Vinnulívið – privat málningaframsýning 9. mai

mentan07-05-2020 - 10:12 - Jóanis Nielsen

Vinnulívið skipar fyri forkunnugari málningaframsýning í Sjónleikarhúsinum leygardagin 9. mai frá kl. 10.00-18.00. Talan er um privatamálningalist, ið verður sýnt fram og seld.

-Vit hava í hvørjari útgávu av blaðnum “Vinnulívið” sett sjóneykuna á privatarlistasamlingar. Áhugin hevur verið stórur. Bæði frá lesarum og lýsarum, men so sanniliga eisini frá listasavnarum, sigur Adam Andreasen, sølustjóri og parteigari í Vinnulívinum.

Tað finnast ørgrynna av fólkkring landið, iðsita inni við vøkrum málningum og sjáldsomum listarverkum, men sum annaðhvørt ikki hava teir hangandi á vegginum ella frammi, orsakað av t.d. vantandi veggjaplássi. Hesi fáa nú møguleika fyri at vísa verkini fram fyri almenninginum.

-Eftir ætlan skuldi málningaframsýningin skipast eftir uppboðssøluleistinum, har fólk kundu bjóða uppá verkini,men orsakað av tilmælunum frá myndugleikanum um, at ikki ov nógv fólk kundu savnast, skipa vit ístaðin fyri søluframsýning, harfastir prísir verða settir á málningarnar. Tann fyrsti, ið bjóðar ásetta prísin, eigur málningin, sigur Adam Andreasen, sølustjóri.

Undirtøkan hevur verið sera góð. Út við 50 listaverk verða sýnt fram á máningaframsýrningini í Sjónleikarhúsinum leygardagin 9. mai frá kl.10.00 til 18.00.

Úr rúgvuni kunnu nevnast:

-Ingálvur av Reyni

-Tróndur Patursson

-Zacharias Heinesen

-Frimod Joensen

-Kári Svensson

-Bárður Jákupsson

-Eyðun av Reyni

-Arnold Vegghamar

-Heri Smith

-Sigmund Petersen

Pláss er fyri nøkrum verkum afturat.Um tú kundi hugsað tær at sett ein málning til sølu, kanst tú senda tildupost tiladam@vinnuliv.fo.