Vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir svartkjafti í 2018

Vinna09-10-2018 - 17:54 - Jóanis Albert Nielsen

Kunngerðin um veiðu eftir svartkjafti verður nú broytt, soleiðis at 8.382 tons verða tøk til vinnuligar fiskiveiðiroyndir og verkætlanir.

Nøgdin skal veiðast í føroyskum - ella NEAFC øki.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skula senda Fiskimálaráðnum umsókn.

Umsóknarfreistin er kl. 12.00 mánadagin 22. oktober 2018.Umsóknarblaðfæst á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum,www.fisk.fo, innan stutta tíð.

Eins og áður (fyri makrel og norðhavssild) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði umframt virðisøking av veiðuni.

Umsóknir skula lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Ætlandi verður broytingin í kunngerðini um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti 2018 lýst innan nakrar dagar, soleiðis at fiskiskapurin eisini fevnir um vinnuligar fiskiveiðiroyndir í 2018.