Vinnarin av Facebook kappingini hjá JN.fo er funnin

10-06-2018 - 22:00 - Jóanis Albert Nielsen

Vit hava seinastu dagarnar havt koyrandi eina Facebook kapping á okkara Facebook síðu, har man kundi vinna tvey atgongumerkir til ársins Voxbotn.

Tað vóru útvið 1000 fólk í tóku lut í kappingini, har man skuldi tagga ein vin ið man vildi hava við sær á Voxbotn.

Vit hava nú trekt, og vinnarin gjørdist Sámal Fríðriksson Bláhamar, sum sleppir á Voxbotn við Filip á Lava.

Sámal verður biðin um at senda okkum eini boð á okkara Facebook síðu.