Vilt tú tekna nýggja jólaposan hjá SMS

23-08-2019 - 12:21 - Jóanis Albert Nielsen

Nú kunnu øll børn í Føroyum koma við teirra uppskotum til, hvussu ársins jólaposi hjá SMS skal síggja út.

Aftur í ár sleppa børn í Føroyum at avgera prentið, sum skal á jólaposan hjá SMS, og hendan siðvenjan hevur nógv ár á baki “Vit eru fleiri sum eru uppvaksin við barnatekningunum á jólaposunum hjá SMS, og serstøku jólaposarnir eru eftir hondini vornir ein partur av jólunum”, sigur Siri Sørensen, samskipari á marknaðardeildini í SMS. Tað sæst eisini á undirtøkuni á hvørjum ári, at hetta er nakað fólk hava tikið til sín “Vit elska at síggja hvussu kreativ børnini eru, og tí lata vit allar tekningarnar, sum koma inn, hanga frammi øll jólini í SMS”, sigur Siri Sørensen, sum vónar at undirtøkan verður eins stór í ár sum undanfarnu árini.

Afturat tí at sleppa á jólaposan hjá SMS, sum verður prentaður í fleiri túsund eintøkum, so vinnur besta jólatekningin eitt gávukort á 2000 kr frá SMS og 10 útvaldar tekningar vinna gávukort á 200 kr. Serligt teknipappír fæst á marknaðardeildini í SMS, og tekningarnar mugu vera marknaðardeildini í hendi í seinasta lagi 2. september.

Meira fæst at lesa um kappingina á sms.fo