Vilja hava anoreksia á tímatalvuna

mentan10-01-2018 - 14:38 - Jóanis Nielsen

Vit hoyra ofta um anoreksia, men vita ikki nóg nógv um tað. Tí skal tað á tímatalvuna, siga Kristina Nattestad og Nikolina Ravnsfjall.

Tann 29. januar skulu tvær gentur frá skúlanum á Giljanesi luttaka á árliga Ungdómstinginum, sum verður á Christiansborg 29. januar.


Tær báðar Kristina Nattestad og Nikolina Ravnsfjall hava saman við flokki sínum seinastu mánaðirnar arbeitt við einum uppskoti, sum tær skulu leggja fram á árliga Ungdómstinginum, sum verður í Keypmannahavn seinast í hesum mánaðinum.

Hoyr KVF HER.