Vilja avtaka uppboðssølu av fiskirættindum

Politikkur21-09-2018 - 10:26 - Jóanis Albert Nielsen

 Almennar viðmerkingar 

Andstøðan hevur undir viðgerðini av uppskotinum hjá samgonguni um fyrisiting av sjófeingi víst á, at útlutan av veiðirættindum umvegis uppboðssølu skapar ótryggleika í vinnuni. So at siga øll vinnan gjørdi í hoyringarskrivum og undir hoyringum í Vinnunevndini vart við, at uppboðssøla av veiðirættindum er stórt afturstig í tí stóru menning, sum vit seinastu árini hava sæð í fiskivinnuni, síðani seinasta samgonga hækkaði uppsjóvarkvotupartin munandi. 

Seinni hava royndirnar við uppboðssølu av fiskirættindum víst, at vinnan hevði rætt. Uppboðssølan hevur verið ein fiasko. 

Trygg rættindi eru fyrsta treyt fyri eini skilagóðari tilrættislegging í øllum liðum í vinnuni. Ótryggleiki heldur vinnuni aftur at gera stórar íløgur í nýggj og framkomin skip. Ótryggleiki ger tað trupult at gera langtíðarsáttmálar, sum tá til stykkis kemur tryggja betri prís og trygg arbeiðspláss. Og ótryggleiki ger umstøðurnar at leggja framleiðslu við langtíðarperspektivum til rættis munandi verri.

Les meira her.