Vilhelm: Vit vóru spentir til dystin

ítróttur03-02-2018 - 20:12 - Jóanis Albert Nielsen

Team Klaksvík tapti í kvøld seinasta dystin móti Kyndli í bólkaspælinum í kappingini at koma í hálvfinaluna í steypakappingini hjá monnum.

Les dystargongdina her.

Eftir dystin fingu vit orð á Vilhelm Vilhelmsen, leikara hjá Team Klaksvík.

Sí myndir her.

Hvussu hevur tað verið í Klaksvík seinastu dagarnar?

-          Tað hevur verið ein spentur og góður stemmningur. Bæði áskoðarar og vit hava verið spentir til dystin.

Hvussu upplivdi tú dystin?

-          Eg føli at vit renna aftaná Kyndli meginpartin av dystinum. Vit kláraðu ikki at takla teir, og fingu teir fleiri løtt mál. Í seinna hálvleiki vóru vit ikki nóg nærlagdir. At tapa við 7 málum er ikki gott nokk.

Støðan var 15-15, men so fóru teir frá tykkum, hvat hendi har?

-          Tað er eitt typist Team Klaksvík útfall, vit skora einki, og hinir fáa  nokkso nógv mál móti endaum. Vit fingu ikki nóg nógv burturúr eftir tað, og so er tað yvirstaðið.

Tit komu afturút beinavegin, men tá ið tit fingu mál kom lív í høllina. Høvdu tit komið framum beinavegin, hevði tað so verið ein nemmari dystur?

-          Ja tað kann man siga, vit fingu eina keðiliga byrjan. Vit komu til møguleikarnar, men brenna. So fara teir í skjótálop og skora nøkur mál. Tað hevði kanska verið ein øðrvísi dystur høvdu vit skora at byrja við, segði Vilhelm við jn.fo eftir dystin.