Nýggjastu


Mynd: Hákon Ernuson.

Vilhelm Þorsteinsson landar lodnu í Neskaupstaði

09-01-2018 - 14:41 - Jóanis Nielsen

Fyrsta lodnulastin í ár verður í dag landað í Neskaupstaði, tað er Vilhelm Þorsteinsson, sum kom til Neskaupstaðar í morgun við 540 tonsum av frystari lodnu og 450 tonsum, sum fara til mjøl- og lýsiframleiðslu.

Birkir Hreinsson skipari, sigur við svn.is, at teir hava roynt í landnyðring úr Langanesi, Hann sigur at lodnan er stór og góð.

Vilhelm Þorsteinsson fer aftur til fiskiskap í kvøld.