Vildi gera 22.000 fólk í fátækravága

politikkur19-12-2018 - 13:02 - Jóanis Nielsen

Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, hevur lagt uppskot fyri løgtingið, har 22.000 føroyingar enda í fátækravága. Var hetta nú avtalan millum løgmann og Sonju Jógvansdóttir, so at reyða samgongan kann halda fram?

Uppskotið hevði við sær, at ein einligur forsyrgjari við 4 børnum, ið tjenar nær um 46.000 kr. um mánaðin, var í fátækravága!
Hetta er púra óhoyrt, og ikki minst ræðandi.
Tað eru fólk, ið sita trongt í tí fíggjarliga, men tú hjálpir ikki fólki úr fátækravága, um tú koyrir meira enn helvtina av føroyingum í fátækravága.
Tá tekur tú ov nógvar pengar frá fólkinum. Tað sigur seg sjálvt. Ístaðin fyri at gera 22.000 føroyingar í fátækravága, eiga vit at at taka minni pengar inn frá fólkinum.
Annaðhvørt lækka skattin, ella hækka botn- og barnafrádráttin!
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin