Vikmar eXplorer kortlagt Nólsoyarfjørð

11-01-2020 - 15:54 - Jóanis Albert Nielsen

Kundi tú hugsa tær at sæð hvussu Hoyviksgrynnan sær út?

Ella kanska onnur mið í Nólsoyarfjørði?

Nú hava øll møguleikan og hvør veit um vit ikki fara at finna fleiri nýggj góð mið!

Vikmar eXplorer hevur nú uppmált stóran part av Nólsoyarfjørði og er hetta kort nú tókt á ókeypis útgávuni av www.fishin.fo

Á fishin.fo ber eisini til at sýggja rák á kortinum og somuleiðis bátar og skip við AIS útyvir eina rúgvu av øðrum upplýsningum sum er tøkt á www.fishin.fo

Gjaldsútgávan gevur atgongd til øll fiskiskip við AIS og fleiri møguleikar enn ókeypis útgávan.

Vikmar kort fara eisni at verða tøk til Raymarine AXIOM og Element plottarnar seinrið.

Les meir um fishin.fo her...

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=PNTrOXXotLQ&feature=emb_title]