Mynd: mbl.is / Kristinn Magnússon

Víkingur megnaði javnleik móti FH Hafnafjørður

ítróttur12-07-2017 - 22:30 - Jóanis Albert Nielsen

Víkingur spældi seg víðari í Champions League við samanløgdum sigri uppá 6-2 móti Trepca 89. Víkingur hevur í kvøld spælt fyrst dystin í 2. umfari í Champions League ímóti FH Hafnafjørður.

Tað var annar FH Hafnafjørður ið kom fyrst á odda tá ið Emil Palsson skoraði til 1-0. Víkingur javnaði í seinna hálvleiki til 1-1 tá ið Adeshina Lawal skoraði uppá brotsspark. 

Víkingur hevur nú eitt gott útgangsstøði til seinna dystin sum verður leiktur á Tòrsvølli í næstu viku.