VÍF vendi 23-25 til 26-25

ítróttur20-01-2019 - 15:46 - Jóanis Albert Nielsen
VÍF tók í dag ímóti nummar fýra í SMS-deildini hjá kvinnum í hondbólti. Hjá Kyndli hevði tað komi væl við at fingið tvey stig fyri at koma uppá 2. plássið í deildini, sum gevur atgongd til finalurnar.

Tað var VÍF ið byrjaði betri, og var á odda 6-4 eftir eitt korter, hálvleiksstøðan var 13-13. Tá ið klokkan vísti 58 minuttir var Kyndil á odda 23-25, men VÍF gav ikki upp og vann dystin 26-25.

Málskjúttar:

VÍF: Agnas Olsen 8, Durita C. Jojic 8, Liljan Djurhuus 6, Daniella Joensen 2, Kathe Frederiksen 1 og Heidi Maria Akselsen 1.

Kyndil: Marianna Eystberg 11, Turið Arge Samuelsen 6, Bára K. Hansen 3, Súna K. Hansen 3, Sólja Poulsen 1 og Beinta Bárðardóttir 1.

Støðan:

Støðan Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig
VÍF 13 370 295 75 22
NEISTIN 12 270 249 21 15
H71 13 332 319 13 14
KYNDIL 12 284 291 -7 13
STJØRNAN 12 273 288 -15 9
STÍF 12 234 321 -87 1