Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

VÍF vann við fimm málum á Kyndli - Filip fekk 14 mál

ítróttur15-12-2019 - 19:44 - Jóanis Albert Nielsen
Kyndil tók í dag ímóti VÍF.

Tað vóru gestirnir úr Vestmanna ið byrjaðu dystin betri, og eftir 11. min. var støðan 1-4. Tá ið fari var til hálvleiks var munurin eisini trý mál, støðan var tá 11-14 til VÍF. Tá ið 8. min. vóru leiktir av seinna hálvleiki vóru fimm mál á muni, 13-18. Dysturin endaði eisini við fimm málum á muni, og vann VÍF dystin 23-28.

Sí myndir á portal.fo her.

Málskjúttar:

Kyndil: Tummas Pauli Hanussarson 5, Hjalti M. Jacobsen 5, Rógvi D Christiansen 4, Tróndur Wardum 3, Anders Risdal 3, Tórður Guttesen 1, Ovi Lutzen 1 og Kristoffer Bjørgvin 1.

VÍF: Filip Jojic 14, Andrias Eriksen 4, Magnus Muller 4, Sjúrður Olsen 3, Hallur Arason 1, Jóhan í Garðastovu 1 og Teitur Nielsen 1.

Støður:

5. min. 0-1

10. min. 1-3

15. min. 4-7

20. min. 7-9

25. min. 9-12

30. min. 11-14

35. min. 12-14

40. min. 15-18

45. min. 17-20

50. min. 19-24

55. min. 21-26

60. min. 23-28

Støðan Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig
H71 12 350 277 73 20
NEISTIN 12 327 291 36 16
STÍF 12 334 332 2 15
VÍF 12 334 319 15 14
KÍF 12 321 307 14 11
KYNDIL 12 306 320 -14 8
TEAM KLAKSVÍK 12 256 382 -126 0