VÍF vann móti H71

ítróttur21-09-2017 - 22:01 - Jóanis Albert Nielsen

Í Hoyvík tók H71 móti VÍF í hvonn-deildini hjá kvinnum í kvøld. Dysturin byrjaði javnt, og vóru uppflytarnir úr Hoyvík eisini omaná eina løtu. Men so fór VÍF frá teimum svørtu, og hálvleiksstøðan var 11-17. Í seinna hálvleiki kom H71 tætt uppá VÍF aftur, og tá ið 55. min. vóru farnir vóru bert tvey mál á muni 22-24. VÍF vann 23-28.

H71: Maria H. Weyhe 7, Fía E. Hoydal 3, Sanna S. Gunnarstein 3, Silja Sámalsdóttir 2, Anna á Steig 2, Durita T. Joensen 2, Eva Barba Arge 2, Karin Simonsen 1 og Katrin V. Højsted 1.

VÍF: Liljan Djurhuus 7, Marianna H. Jacobsen 6, Agnas Olsen 5, Durita C. Jojic 4, Kathe Frederiksen 3, Tóra Seloy 2 og Sarah Bank Bjerg 1.

Støður:

5. min. 1-3

10. min. 5-4

15. min. 6-7

20. min. 6-10

25. min. 9-14

30. min. 11-17

35. min. 13-17

40. min. 14-18

45. min. 16-22

50. min. 19-23

55. min. 22-24

60. min. 23-28