VÍF og H71 vunnu

ítróttur19-11-2018 - 10:24 - Jóanis Albert Nielsen
Tveir dystir vóru í gjár í Okkara-deildini hjá monnum í hondbólti.

Í Hoyvík tók H71 ímóti Kyndli. Tað komu sera fá mál í dystinum. H71 vann dystin 18-17 eftir hálvleiksstøðuna 11-9. Fyri H71 fingu Rúni V. Højgaard og Pætur Thomsen hvør síni 4 mál. David Edvardsen fekk 7 mál fyri Kyndil.

Í Vestmanna tók oddaliðið VÍF ímóti botnliðnum Team Klaksvík. VÍF lat ongan iva vera um hvør var betri. VÍF vann dystin 35-23 eftir hálvleiksstøðuna 19-10. Filip Jojic fekk 11 mál fyri VÍF. Sámal á Tjaldrafløtti fekk 9 mál fyri Team Klaksvík.