VÍF kvinnur nýggjan venjara og spælara

ítróttur07-01-2020 - 07:00 - Jóanis Albert Nielsen

VÍF: VÍF hevur gjørt avtalu við nýggjan venjara til besta kvinnuliðið, samstundis sum grøndlendskur spælari er komin til felagið.
Venjarin eitur John Larsen. Hann er 42 ár, kemur úr Kolding í Danmark og hevur drúgvar royndir sum venjari í Danmark og Norra. Nýggi venjarin kemur fyrst og fremst at taka sær av besta kvinnuliðnum, men fer eisini at hjálpa til við venjing og menning av yngru spælarunum og venjarunum í felagnum.
Avtalan við John er fyri restina av hesum kappingarárinum og um partarnir báðir verða nøgdir við samstarvið, verður miðjað eftir at leingja avtaluna.

Kvinnuliðið hevur samstundis fingið ein nýggjan spælara í hópin. Hon eitur Ivâna Meincke, er 24 ár og kemur úr felagnum GSS í Nuuk, Grønlandi. Ivâna er striku- og verjuspælari.

VÍF ynskir John og Ivânu hjartaliga vælkomnum til felagið og vóna at tey verða við til at geva okkum enn fleiri góðar, gular dagar