Viðvíkjandi rættarmálinum millum TAKS og P.P. Faroe Pelagic

vinna23-05-2018 - 14:23 - Jóanis Nielsen

Kringvarpið hevur tann 17. mai 2018 borið tíðindini um eitt rættarmál millum TAKS og PP Faroe Pelagic um ósemju um skatt. Tað er rætt, at ein ítøkilig ósemja er, men umrøðan hevur eftir okkara tykki ikki lýst málið nóg væl, og felagið hevur tí valt at greiða nærri frá hesum.

Fyrst vilja vit tó leggja dent á, at hóast ósemjuna, so rindaði PP Faroe Pelagic skattin, sum kravdur varð av TAKS í málinum íalt tkr. 6.545. Harumframt hevur jaliga gongdin hjá P.P. Faroe Pelagic seinastu árini viðført, at ósemjan í dag veruliga er, um hvørji ár goldni skatturin er fyri, og hevur ikki ávirkan á samlaðu skattskyldugu inntøkuna hjá PP.

Gongdin í málinum

Tá ið PP byrjaði sítt virksemi í Føroyum í 2010, varð eitt nýtt felag stovnað til endamálið. Eftir eina royndartíð, var longu í 2011 avgerð tikin at leggja saman við felagið, Kollafjørð Pelagic, sum hevði havt virksemi í Kollafirði áður. Samstundis varð navnið broytt til PP Faroe Pelagic.

Kollafjørð Pelagic megnaði ikki at fáa lønandi rakstur í virksemi og tískil vóru stór skattlig hall í felagnum. Gongdin síðani PP yvirtók raksturin hevur verið góð, og øll gomul skattlig hall eru nú nýtt. Samanlagt er álíknað 45,3 mió. kr. í partafelagsskatti fyri árini 2010-2016.

Í sambandi við samanleggingina metti TAKS, at ein størri upphædd átti at fella til gjaldingar hjá nýstovnaða royndarfelagnum og ikki í tí framhaldandi felagnum, og tað er hetta, sum ósemjan er um. P.P. Faroe Pelagic hevði mótroknað vinningin í gomlum hallum í framhaldandi felagnum, meðan TAKS metti, at skatturin skuldi gjaldast beinanvegin í nýstovnaða royndarfelagnum. Sostatt vóru gomlu hallini ikki nýtt og stóðu óbroytt, meðan skatturin var goldin í royndarfelagnum eftir áheitan frá TAKS.

Felagið valdi at kæra avgerðina hjá TAKS til Skattakærunevndina, har felagið fekk viðhald. TAKS valdi at royna málið við Føroya Rætti.

Eitt tílíkt mál tekur fleiri ár at avgreiða, og sum tíðin er liðin hevur gongdin hjá P.P. Faroe Pelagic verið góð, og støðan er broytt soleiðis, at útfallið í Føroya Rætti ikki broytir samlaða skattin hjá feløgunum, men einast flytur skattin millum ár.

Tá ið nú verður gjørt upp, so hevur hetta ikki ávirkan á samlaðu upphæddina, sum felagið eigur at gjalda og hevur goldið í skatti fyri tíðina 2010-2016. Ósemjan er tí veruliga um, hvørji ár goldni skatturin er fyri, og hetta er ikki avgerandi fyri P.P. Faroe Pelagic.

P.P. Faroe Pelagic hevur tí gjørt av at steðga rættarmálinum móti TAKS, hóast felagið framhaldandi metir, at P.P. Faroe Pelagic ikki hevur gjørt nakað skeivt skattliga, og hetta verður eisini stuðlað av avgerðini í Skattakærunevndini.