Viðv. hoyringssvari til Vinnunevndina um uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi

politikkur24-10-2017 - 15:14 - Jóanis Nielsen

Vinnunevndin

Føroya Løgting

Tinghúsvegur

100 Tórshavn

Tórshavn, tann 20. september 2017

Viðv. hoyringssvari til Vinnunevndina um uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi

Nú uppskotið til lóg um fyrisiting av sjófeingi er lagt fyri løgtingið av nýggjum, kunnu vit staðfesta, at nakrar broytingar eru gjørdar í mun til fyrsta uppskotið, ið bera tann rætta vegin. Her hugsa vit um, at í grein 15 eru nú ásett føst tonsatøl fyri svartkjaft, makrel og sild, sum seta framtíðar hámarkið fyri skipakvotunum. Eisini er tað positivt, at markið fyri, hvussu nógv ein rættindahavari kann eiga av einum fiskiskapi er hækkað úr 20% upp í 35%, og somuleiðis er tað positivt, at markið fyri avhending av kvotum uttan uppboðssølu er hækkað úr 15% upp í 20%

Hinvegin eru eisini framdar broytingar, ið bera tann skeiva vegin. Her verður m.a hugað um, at menningarkvoturnar eru hækkaðar úr 5% upp í 7%, og at parturin av veidda fiskinum, ið skal seljast á uppboðssølu, er hækkaður úr 20 upp í 25%.

Yvirskipaðu viðmerkingarnar ikki broyttar

Nótaskip halda framvegis, at tað ikki er rætt, at eitt minnilutalandsstýri við stuðli frá einum uttanflokka tinglimi fremur so grundleggjandi broytingar í okkara høvuðsvinnu, sum sambært óheftum búskaparfrøðiligum útgreiningum søguliga hevur staðið fyri einum munandi parti av føroyska búskapinum.

Vit halda, at tey, ið eru vald inn á Føroya Løgting, hava skyldu til yvir fyri okkum borgarum, at finna eina breiðari semju um eina fiskivinnunýskipan. Parlamentariska støðan hjá samgonguni er ikki nøktandi fyri at fremja eina so stóra samfelagsliga nýskipan. Tað skapar eisini stóra óvissu í vinnuni, at ein av stóru andstøðuflokkunum hevur boðað frá, at hann ætlar at broyta skipanina aftur, um hann fær stjórnarvald.

Nótaskip hava fyrr mælt til, at verandi skipan eigur at verða longd, tí tíðin er ov stutt til at gera eina fullfíggjaða og burðardygga skipan, sum kann skapa tryggar framtíðar karmar hjá fiskivinnuna. Nú eru bara 45 arbeiðsdagar eftir til jóla.

Um løgtingið um nakrar vikur samtykkir verandi lógaruppskot, skulu nógvar kunngerðir gerast og lýsast. Nakrar av hesum kunngerðum eru avgerandi fyri okkara framtíðar fiskivinnupolitikk, og eiga tær at verða sendar til hoyringar. Her verður eitt nú hugsað um kunngerðirnar um uppboðssølu, anti-trust reglur og útrokning av toskajavnvirðinum.

Harumframt skulu telduskipanir tillagast ella gerast av nýggjum fyri at kunna umsita nýggju skipanina. Vit duga ikki á nakran hátt at síggja, at hetta kann fáast frá hondini innan ársskiftið, og tí er framvegis okkara støða, at verandi skipan eigur at verða longd, so tann neyðuga tíðin verður sett av til at evna til eina nýggja fiskivinnuskipan.

Nótaskip halda framvegis, at verandi uppskot gevur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum ov víðar heimildir til í kunngerðum at áseta veruliga innihaldið í framtíðar fiskivinnupolitikkinum. Vinnan ynskir tryggar karmar at virka undir og hevur tí ikki áhuga í, at skiftandi landsstýrismennn uttan at spyrja lóggávutingið eftir, kunnu broyta innihaldið í fiskivinnupolitikkinum.

Samsvarandi hesum halda Nótaskip, at fleiri ásetingar, sum landsstýrismaðurin skal gera í kunngerðum, eiga at vera lógarfestar. Vit eftirlýsa sum heild grundgevingar fyri fleiri av ásetingunum í lógaruppskotinum og lýsingar og útrokningar av avleiðingunum, um lógaruppskotið verður samtykt í verandi líki. Tað ber ikki til at seta eina so víðfevnda skipan í verk, uttan at avleiðingarnar fyri vinnuna eru kendar.

Eftir nýskipanaruppskotinum skulu persónar og feløg eisini kunna bjóða á uppboðssølunum, og verandi skipan við veiðiloyvum fer í søguna. Í verandi skipan eru eini 50-60 virkin veiðiloyvi til størri fiskiskip, og vit halda, at henda skipanin er ein góð trygd fyri, at vit ikki brúka meira stál enn neyðugt, til at fiska kvoturnar.

Fiskiorkan, sum var í uppisjóvarflotanum áðrenn uppboðssøluna í 2017, var nóg stór til at kunna fiska sjálvt tær óvanliga stóru uppisjóvarkvoturnar, sum vit hava í dag, og har var enntá avlopsorka.

Uppboðssølurnar í 2017 hava havt við sær, at fleiri eldri uppisjóvarskip eru innflutt í vónini um at kunna skapa eitt framtíðar kvotugrundarlag fyri hesi skip.

Verður størri fiskiorka brúkt til at fiska somu fiskar, verður samlaða úrslitið hjá uppisjóvarflotanum vánaligari, og harvið minkar tilfeingisrentan, ið hesin partur av flotanum kann skapa.

Niðanfyri eru viðmerkingar til einstakar greinir.

Ásetingarnar um miðsavnan kunnu ikki setast í verk í 2018

Í grein 10 eru ásetingar um at avmarka miðsavnanina av veiðirættindunum. Nótaskip halda, sum nevnt omanfyri, at tað er positivt, at mest loyvdi ræðisrætturin yvir einum fiskiskapi er hækkaður úr 20% upp í 35%.

Í grein 10, stk. 3 er ásett, at rættindahavarar í mesta lagi kunnu hava ræði á sum egin rættindi 17,5% av samlaðu heildarkvotuni smb. stk. 1 í hesi grein umroknað til toskajavnvirði. Hugtakið ”egin rættindi” er ikki allýst í grein 3. Fiskimálaráðið eigur tí at upplýsa, hvat egin rættindi standa fyri.

Tað eru fyri tað mesta nótaskip og trolarar í Barentshavinum, sum hava eginkvotur. Uppskotið hevur onga áseting um, hvussu felagskvoturnar skulu viðgerast, tá ognarluturin skal gerast upp. Ein lítil helmingur av skipakvotunum av makreli eru í 2017 fiskaður við felagskvotum við hámarki.

Av tí, at samgongan hevur avgjørt, at fiskidagaskipanin hjá trolarum og línuskipum ikki verður broytt til kvotur fyrr enn í 2019, ber ikki til at gera upp nakra heildarkvotu í 2018, tí ongin heildarkvota verður eftir grein 10, stk. 1, pkt. 1. Tí er eftir okkara meting ikki møguligt at seta skipanina við anti-trust í verk í 2018. Samsvarandi hesum mæla vit til, at ásetingarnar um anti-trust verða útsettar, og ikki koma í gildi, fyrr enn heimaflotin fer frá fiskidøgum til kvotur.

Skuldi tað hent, at anti-trust reglurnar kortini verða framdar, so eigur Vinnunevndin at biðja Fiskimálaráðið um dokumentatión fyri, hvussu henda áseting fer at raka teir stóru rættindahavararnar. Tað ber ikki til at samtykkja hetta uppskotið, uttan at kenna ásetingarnar um, hvussu ræðisluturin verður roknaður.

Neyðugt at kenna ásetingarnar av toskajavnvirðinum

Fyri at kunna rokna út, hvussu rættindahavarar verða raktir av anti-trust mørkunum, er neyðugt at kenna toskajavnvirðini. Í lógaruppskotinum er ásett, at landsstýrismaðurin í kunngerð skal áseta toskajavnvirðið fyri eitt ár í senn.

Í fyrra lógaruppskotinum, ið varð lagt fyri løgtingið í mai mánaði, varð upplýst í viðmerkingunum, at toskajavnvirðið skuldi ásetast eftir søguligu tølunum seinastu fimm árini. Henda viðmerkingin er tikin burtur, og nú stendur tað landsstýrismanninum frítt at avgera, hvat grundarlagið skal verða undir útrokningini av toskajavnvirðinum.

Í viðmerkingunum til grein 10, stk. 5 verður sagt, at ”mett verður, at tað ikki er skynsamt at seta inn neyvt, hvat fyri áramál skal brúkast. Grundin er, at slík áseting kann vera ov bindandi og leggur ikki upp fyri, at marknaðarprísir og avreiðingarprísir í summum førum kunnu sveiggja rættiliga nógv millum ár og innan stutt tíðarskeið.”

Ongin dokumentatión er fyri hesum pástandi. Vinnunevndin eigur at biðja Fiskimálaráðið um at greina henda pástand.

Verður toskavirðið gjørt upp í 5-ára skeiðnum frá 2012 til 2016 eftir tølunum hjá Vørn, og eginkvoturnar hjá størsta samtakinum í Nótaskipum í 2017 - gjørdar upp eftir nýskipanaruppskotinum - settar inn í roknistykkið fyri hesi árini, so eru størstu sveiggini +/- 1,5% í mun til meðaltalið fyri hesi fimm árini. Tí hava sveiggini í prísum ikki so stóra ávirkan.

Sveiggini í kvotunum hava hinvegin stóra ávirkan. Verða eginkvoturnar hjá sama samtaki í 2016 og 2017 roknaðar sum partur av samlaða toskajavnvirðinum, so er parturin í 13,18% í 2016 og 18,35% í 2017 – ein munur upp á 5,17%

Sum uppskoti er orðað í dag, kann ein rættindahavari vaksa, um teir hann eitt ár undir teimum 17,5%. Fer eitt av samtøkunum at sveiggja ávikavist undir og yvir hámarkinum frá einum ári til annað, verður skipanin fløkt.

Tað er somuleiðis av týdningi, at rættur toskaprísur verður brúktur. Eftir uppskotinum skulu skrásetingarnar hjá Vørn av avreiðingunum brúkast, tá toskajavnvirðið skal ásetast.

Tann stóri trupuleikin er, at í skrásetingini hjá Vørn er toskurin úr russiskum og norskum sjógvi skrásettur sum flak ella heilfryst, ið hevur ein munandi hægri prís, enn meðal avreiðingarprísurin.

Tí er neyðugt at tillaga roknistykkið samsvarandi hesum. Eitt kilo av flaki svarar til 2,6 kg av rundum fiski, og eitt kilo av heilfrystum svarar til 1,5 kg. av rundum fiski.

Verður toskaprísurin í 2016 í okkara roknistykki rættaður fyri hesi viðurskifti, hækkar samlaða talið av ekvivalentum úr 123 tús. upp í 180 tús. Vit duga kortini ikki at meta um, hvønn týdning hetta hevur, tí við einum lægri toskaprísi hækkar toskajavnvirið fyri onnur fiskasløg.

Hesi viðurskifti eru avgerandi fyri framtíðina hjá teimum størstu reiðaríunum. Tí eigur at verða ásett í lógini, hvussu toskajavnvirðið verður roknað, og somuleiðis eigur lógin at taka hædd fyri teimum stóru broytingunum í uppisjóvarkvotunum frá einum ári til annað.

Eftir okkara meting er vert at umhugsa bert at hava eitt hámark fyri, hvussu stóran part ein rættindahavari kann hava av einum fiskiskapi.

Verður lógin samtykt, hava samtøkini brúk fyri at kunna rokna sín samlaða ræðislut út longu nú, so tey kunnu taka støðu til eitt nú at gevast í pørtum av flotanum, har virksemið gevur hall.

Rættindini hjá verandi aktørum lógartryggjað

Í grein 13, stk. 1 er ásett, at verandi rættindahavarar varðveita síni rættindi av tí partinum, ið ikki verður seldur á uppboðssølu. Vit lesa hesa grein og viðmerkingarnar soleiðis, at innanhýsis býtið av kvotunum av svartkjafti, makreli og norðhavssild, sum hevur verið millum limirnar í Nótaskipum, verður varðveitt, men lógargreinin veitir ikki trygd fyri, at tað ikki verður tikið burtur av partinum hjá nótaskipunum og latið øðrum.

Lógargreinin eigur at tryggja, at landsstýrismaðurin ikki hevur heimild til at taka frá einum bólki og lata til aðrar bólkar í mun til verandi býti.

Í lógaruppskotinum er ásett, at verandi loyvir hava eina gildistíð upp á 8 ár. Í grein 21, stk 1 er tó ásett, at “á hvørjum ári leggur landsstýrismaðurin uppskot fyri løgtingið, um gildistíðin á rættindum skal leingjast við einum ári”. Sostatt kann landsstýrismaðurin av sínum eintingum gera av, um farast skal undir eina niðurlaging av 8 ára loyvistíðini.

Hetta er ikki nøktandi. Eftir grein 21, stk 2, skal landsstýrismaðurin á hvørjum ári innan 1. oktober leggja fyri løgtingið frágreiðing um støðuna í fyrisitingini av sjófeingi.

Nótaskip mæla til, at grein 21 verður orðað soleiðis, at løgtingið á hvørjum ári skal taka støðu til at framleingja loyvini við einum ári, ella um ein niðurlaðing av loyvistíðini skal byrja. Hetta forðar fyri, at landsstýrismaðurin við passiviteti kann gera av at niðurlaga loyvistíðina.

Lógin um tilfeingisgjald má viðgerast samstsundis

Landsstýrismaðurin fer seinni í ár at leggja fyri tingið uppskot um tilfeingisgjald. Tað ber ikki til at meta um avleiðingarnar av lógini um nýskipan, uttan at kenna, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at skipa tilfeingisgjaldið. Tí er tað eftir okkara meting ein avgjørd fyritreyt, at Vinnunevndin viðger uppskotið um tilfeingisgjald saman við lógini um umsiting av tilfeingi.

Í grein 13, stk. 4 verður ásett, at rættindahavararnir skulu rinda tilfeingisgjald samsvarandi tilfeingisrentuni. Í viðmerkingunum verður sagt, at tað skal vera samsvarandi veruligu tilfeingisrentuni. Okkum kunnugt, er ongin kend løgfrøðislig definitión av veruligu tilfeingisrentuni.

Tað finst ein útrokning - ið helst er gjørd í Fiskimálaráðnum - sum ger sonevndu veruliga tilfeingisrentuna í fiskivinnuni í 2015 upp til eina slaka milliard krónur. Sama roknistykki vísir, at hetta árið var samlaða avlopið hjá øllum flotanum eftir skatt 306 mió. kr., so tað er ein góður spurningur, hvussu tilfeingisrentan kann verða eina milliard.

Henda óveruliga tilfeingisrentan kemur frá tveimum keldum. Onnur er, at teir, ið hava roknað, hava sum fyritreyt, at ein normalløn í fiskivinnuni er 400 tús. kr. Eftir verandi sáttmála millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini svarar hetta til, at tann sonevndi normali manningarparturin við einum nótaskipi er 260 tús. kr. um árið, um roknað verður við, at verandi yvirmannapartar lutfalsliga verða varðveittir.

Hetta er ein dreymamynd, sum er púra órealistiskt. Við hesum manningarpørtum, hevði allur flotin ligið við brestin. Hýrurnar við føroyskum fiskiskipum er ein spurningur um samráðingar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og vit rokna ikki við, at løgtingið fer at seta hesa dreymamyndina í verk við lóg.

Hin stóra keldan til tilfeingisrentuna er yvirnormalur profittur. Roknað verður við, at normalur profittur er 6%, og tað er ikki nóg mikið til at flotin kann verða endurnýggjaður. Í útrokningini av tilfeingisrentuni upp á eina milliard í 2015 stava 652 mió kr. frá yvirnormalum lønum og 215 mió. kr. frá yvirnormalum profitt.

Hesi boð eru farin víða um lond, og eru eisini komin danska tjóðbankanum fyri oyra. Í greiningini av føroyska búskapinum í september í ár staðfestir tjóðbankin, at “fiskeriet havde i 2015 betydelige overnormale profitter i omegnen af 1 mia. kr. årligt”. Høvdu búskaparfrøðingarnir í tjóðbankanum kent fyitreytirnar fyri útrokningini, høvdu teir neyvan tikið hetta við í greiningina.

Tað er ein stórur trupulleiki, at man hevur givið almenninginum fatan av, at tilfeingisrentan í fiskivinnuni er eina milliard um árið. Tí hetta er púra veruleikafjart.

Framtíðar hámarkið eigur at verða tikið burtur

Í grein 15 er ásett eitt framtíðar kvotuhámark í tonsum fyri svartkjaft, makrel og norðhavssild. Í fyrra uppskotinum var hetta hámark kvoturnar í 2018, og hetta er ein bati.

Nótaskip halda tó framvegis, at tað er óneyðugt at gera skipanina meira fløkta, enn neyðugt. Tí eigur hetta hámarkið at verða tikið burtur, so heildarkvotan til eina og hvørja tíð verður býtt við føstum prosentpørtum millum uppboðssølu og verandi rættindahavarar.

Taka framvegis ikki undir við uppboðssølu

Eftir uppskotinum skulu 25% av heildarkvotunum seljast á uppboði, og kvotur, sum fara upp um mørkini í grein 15, stk. 1, skulu seljast sum uppboðsárskvotur.

Nótaskip halda framvegis ikki, at uppboðssøla er ein brúkiligur háttur til at útluta kvotur. Vit halda, at royndirnar, sum higartil eru gjørdar við uppboðssølu, prógva hetta. Taka vit makrel sum dømi, so er hann á øllum uppboðssølunum seldur fyri meira enn tríggjar krónur fyri kilo. Í byrjanini av vertíðini hevur avreiðingarprísurin verið umleið 4,25 kr. kg., og meðal avreiðingarprísurin hevur ongantíð verið omanfyri 6,00 kr. kg. Ein uppboðssøluprísur upp á meira enn tríggjar kr. fyri kilo, gevur ikki avlop í rakstrinum, men heldur sannlíkt eitt hall. Eftir øllum at døma virka uppsølur á henda hátt.

Í grein 19, stk. 2 er ásett, at landsstýrismaðurin skal gera av, hvussu stórir partar av uppboðssølukvotunum skulu lutast út sum langtíðar rættindi, meðallong rættindi ella stuttíðar rættindini. Avgerandi fyri hvussu skipanin fer at virka, er samansetingin av hesum trimum møguleikunum. Tí eigur hetta at verða ásett í lógini, og Fiskimálaráðið eigur at dokumentera, hvussu býtið millum hesi trý loyvissløgini fer at virka yvir tíð.

Samanumtikið halda vit, at skal uppboðssøla setast í verk, so eigur at verða farið varisligari fram. T.d. kundi verið byrjað við at selja nøkur fá prosent á uppboði. Ongin onnur fiskivinnutjóð hevur eina tílíka uppboðssøluskipan, og tí er tað at taka ein alt ov stóran samfelagsligan váða, at byrja við at selja ein so stóran part av kvotunum á uppboði.

Skipanin við menningarkvotum eigur at verða lógarfest

Í nýggja uppskotinum er í grein 60, stk. 1 ásett, at parturin, ið kann setast av til menningarkvotur, kann verða upp í 7% í mun til 5% í fyrra uppskotinum. Harumframt er í stk. 2 ásett, at upp til 20% av norðhavssildini kann lutast út sum menningarkvotur í 2018. Hesa áseting skilja vit als ikki.

Landsstýrismaðurin skal áseta nærri reglur um mannagongdir og treytir í sambandi við útluting av menningarkvotum. Vit halda, at skal ein so stórur partur av fiskatilfeinginum lutast út sum menningarkvotur, so eigur skipanin at verða lógarfest.

Vit hava í nøkur ár havt eina skipan við vinnuligum fiskiroyndum. Vit duga ikki at síggja, at hesar kvotur hava givið okkum nýggja vitan av týdningi um uppisjóvarvinnuna.

Samamumtikið halda vit eisini, at skal farast undir eina skipan við menningarkvotum, so átti prosentparturin at verið munandi minni.

Somu reglur fyri samtøk um avhending av kvotum

Í grein 42 stk. 3 er ásett, at upp til 20% av egnum kvotuparti kunnu avhendast, uttan at hetta verður boðið út á uppboðssølu. Tað er ein bati, at prosentparturin er hækkaður við 5% í mun til fyrra uppskotið.

Í grein 42, stk. 4 er ásett, at henda avmarking ikki er galdandi, um talan er um avhending millum skip hjá sama felag.

Í samtøkunum, sum eru limir í Nótaskipum og reka skip í dótturfeløgum við 100% ognarluti, er vanligt at flyta kvotur millum skipini í samtakinum, við tí endamálið at gera raskturin so lønsaman, sum gjørligt. Ásetingin í hesi grein eigur at verða víðkað til eisini at fevna um avhending millum skip í sama samtaki.

Veiddur fiskur eigur ikki at fara á uppboðssølu

Í grein 50 í uppskotinum er ásett, at 25% av allari veiðu skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu. Vit halda, at tað er óheppið, at hesin parturin er hækkaður við 5% í mun til fyrra uppskotið.

Tað hevur víst seg, at tað ber til at fáa fiskaframleiðslu á landi at bera til við eini ávísari vertikalari integratión millum virkir og skip.

Sum uppskotið fyriliggur nú, so verða tilsamans 43% av veiðuni fevnd av uppboðssølu av loyvum og uppboðssølu av veiddum fiski. Hetta fer at avmarkað møguleikarnar fyri integratión millum virkir og skip, og fer í stóran mun at gera tað ómøguligt hjá útflytarum at gera binandi avtalur við útlendskar keyparar.

Í grein 50, stk. 2 er ásett, at landstýrismaðurin setur nærri reglur um, hvørji fiskasløg og fiskaúrdráttir eru fevnd av kravinum, og hvussu og nær hendan veiða og søla verður gjørd upp.

Við hesum ásetingum er virkisgrundarlagið hjá Norðborg og Christian í Grótinum hótt. Hetta tí at bæði skipini eru vertikalt integreraðar eindir. Bæði skipin framleiða virðisøktar vørur, sum eru rættaðar beint til keypara í øðrum londum. Um frælsi at selja hesar virðisøktu vørur verður skert, dettur grundarlagið niðurfyri.

Tað gevur heldur ikki meining, at bjóða hesar vørur út á einum marknaði í Føroyum, við tað at eingin víðarigóðsking fer fram her. Tískil vilja vit staðiliga mæla til, at verandi rættur, at fiska, framleiða og selja hesar vørur verður staðfestur í lógini, og ikki liggur í hondini hjá landstýrismanninum at gera av.

Tað vil bert skapa eina óvissu. Norðborg og Christian í Grótinum hava góðska vørur umborð í føroyskum, altjóða, íslenskum, norskum og EU sjógvi seinastu 17 árini, og selt og marknaðarført beinleiðis í nógvum ymiskum londum. Hetta má og skal framhaldandi verða ein sjálvfylgja, um vit skulu halda somu kós.

Samanumtikið

Sum ført fram omanfyri er fremsta tilmælið hjá Nótaskipum, at verandi fiskivinnuskipan eigur at verða longd, so stundir verða at gera eina fullfíggjaða og burðardygga skipan. Nótaskip halda, at tað eigur at verða gjørd ein breiðari politisk semja um eina nýggja fiskivinnuskipan. Nótaskip halda, at lógaruppskotið gevur landsstýrismanninum ov víðar heimildir til at skipa framtíðar fiskivinnupolitikkin. Er ætlanin at fremja hetta uppskotið, eigur landsstýrismaðurin at leggja fram neyvari útgreiningar av avleiðingunum á teimum ymsu økjunum.

Vinarliga

Felagið Nótaskip

Jógvan Jespersen, stjóri