Viðurkenning av sjálvboðnum arbeiði

13-03-2018 - 16:25 - Jóanis Albert Nielsen

Á aðalfundinum í vár tann 5. mai 2018 fer ÍSF við heiðurskjalið Poul E. Petersen’s at heiðra og viðurkenna eina eldsál, sum gjøgnum nógv ár hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt.

Poul E. Petersen (1901-1977), sum hevur lagt navn til heiðursskjalið, var ítróttarlærari, -ráðgevi, -rithøvundur og fyrsti formaðurÍSF. Eitt eyðkendi Poul E. Petersen, var, at hann altíð var virkin fyri fjøldina og øllum ítróttagreinum, og hevur hann havtómetaliga stóran týdning fyri alla ta føroysku ítróttarørsluna.

Heiðursskjal Poul E. Petersens varð fyrstu ferð handað í 2001. Endamálið við skjalinum er at heiðra fólkum, sum hava gjørt vart við seg og tænt ítróttini á serstakan hátt.

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti ÍSF’ssigur, at:

Eldsálirnar hava stóran týdningbæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvurTað eru eldsálirnar, sum leggja ómetaligaorku í arbeiðið fyri, at ítróttarfeløgini kunnu virkaUttan eldsálirnar ber als ikki til. Uttanlands frætta vit, at talið av sjálvbodnumer fækkandiNeyðugt er, at hetta ólønta arbeiðið verður virðismett, og  hava vit avgjørt aftur at lata heiðurskjal til eina eldsál, sum hevur gjørt sítt til, at felagsskapurin enn virkarVit mugu ikki gloyma felagsskapin í strembanini eftir tindunum.

Tað, at gera nakað fyri felagsskapin, er við til at styrkja sálarligu heilsuna og skapar trivnað fyri einstaka menniskja – hetta er partur av , sum ger lívið vert at liva - og er hetta eisini av teirri orsøk týdningarmikið at varpa ljós á,  alt fleiri í nútíðarsamfelagnum dragast við strongddepressión v.mVónandi fara vit framyvir at síggja fleiri, sum átaka sær ymiskar óløntaruppgávur í feløgunum - bæði sær sjálvum og ítróttina til gagns  fleiri  betrisoleiðis, at fáu eldsálirnar ikki alt ov skjóttskulu brenna út.

ÍSF heitir hervið á sersambondítróttarfeløg og einstaklingar um at innstilla persónar, sum tit halda hevur uppiboriðheiðurin og grundgevið samstundis fyri uppskotinumFreistin at senda inn uppskot er mánadagin 16. apríl 2018.

Í nevndini, sum tekur avgerðinasita:

Anna ReinHeðin Mortensen, Marjun Kalsø, Óli Holm og Signar á Brúnni