Viðmerkingar til uppskotið um fiskivinnunýskipanina

politikkur25-03-2017 - 16:19 - Jóanis Nielsen

Av tí at eg hava verið alment frammi um, at vit ynsktu at verða nýggjur aktørur í fiskivinnuni, væntaði eg at vit fóru at fáa hoyringsskriv um fiskivinnunýskipanina soleiðis at vit kundu koma við okkara viðmerkingum.

Tað sær ikki út til at landstyrismaðurin ætlar at vit skulu verða hoyringspartur og tí komi eg við okkara viðmerkingum í hesum skrivi her. Viðmerkingarnar ið vit hava eru serliga viðvíkjandi tí stóru ávirkan ið manningar og nýggir aktørar kunnu verða útsettir fyri um hettar uppskotið blívur samtykt.

Marknaðargrundað

Tá tað var lagt upp til, at nýskipanin skuldi verða marknaðargrundað, so vantaði eg at stórur dentur bleiv lagdur á, at allir aktørar fóru at verða stillaðir nøkulunda eins í kappingini – í øllum føri yvir tíð - um verandi aktørar fingu ein fyrimun í byrjanini. Verandi aktørar í uppisjóvarvinnuni og Barentshavinum hava sum øllum kunnugt longu frá byrja ein sera stóran fyrimun, við tað teir hava verið í vinnuni seinastu sjey gullárini.

Trupulleikin fyri nýggjar aktørar

Sum eg dugi at lesa uppskotið so koma nýggir aktørar ikki at verða líkastillaðir í skipanini, heldur ikki yvir tíð.

Verandi aktørar koma at fáa tann partin teir áttu áðrenn fiskirættindini blivu uppsøgd og kunnu hava hesi rættindir í 8 ár fram. Tað er sera nærliggjandi at hugsa, at hettar blívur ein rullandi skipan, serliga tí at framhald ella uppsøgn av rættindunum, fyri tey 8 árini, skal viðgerast í tinginum á hvørjum ári. Hesi rættindini koma helst at hava ein kostnaðarfyrimum fram um uppboðssølu, við tað at fyri tey skal gjaldast eitt tilfeingis gjaldi. Einki er lýst um hvat hetta tilfeingisgjald skal verða og hvussu hetta skal útroknast. Sum er má man bara gita seg til, at hettar gjaldi ikki blívur eitt marknaðargrunda gjald. Sambandsflokkurin nevnir, at verandi aktørar skulu gjalda tilfeingisgjald út frá EBITDA, sum ikki er EBITDA, við tað at t.d. hýran ikki blívur tikin við.

Um uppskotið hjá Sambandinum verður fylgt, so kann tað viðføra, at verandi aktørar flyta alt yvirskotið yvir á virkini, Á henda hátt kunnu teir regulera tað soleiðis at teir koma at hava eitt lágt EBITDA á skipunum og hervið koma at gjalda eitt lágt tilfeingisgjald. At flyta yvirskoti vil harafturat viðføra ein miss fyri manningarnar.

Slíkt vil verða ein vinn/vinn/vinn støða hjá núverandi aktørum, tí lækkar keypsprísin hjá virkjunum, so verður minni at gjalda í tilfeingi og minni í hýrum, samstundis sum teir kunnu halda nýggjar aktørar burtur, grunda á hesa ójøvnu kappingina á marknaðinum.

Allar fyritøkur kunnu keypa

Dømi 1

Vit keypa bátin X, keypa kvotu og fiska 1.000 tons av makreli, søluprísur 6,00 Samla søla 6 mill, um vit siga at manningin fær 1/3, so fær hon 2 mill

Dømi 2

Vit keypa bátin X og stovna felag Y, Y keypir 1.000 tons av makreli sum X fiskar fyri Y. X fær 4,00 fyri kilo frá Y = 4 mill, manningin fær 1/3, so her fær hon 1,33 mill. Y selur fyri 6,00.

Her sparir “Samtaki XY” 667.000 í hýru til manning, ella 1/3 uppá ársbasis.

Hettar vil undirgrava javna kapping

Antitrust á 12%

Eg haldi tað er rætt at seta 12% í antitrust, men á sama hátt sum í undanfarna brotið, so verður byrjanin hjá nýggjum aktørum sera trupul, tí sum eg lesi uppskotið, so er tað serliga í byrjanini at 8 og 3 ára loyvini blíva seld. Um so er vilja teir, sum eru í skipanini í dag, hava ein munandi fyrimun og koma at leggja seg á tey 80%’ini sum verða langtíðarloyvir. Hesi 100 % ini av langtíðarloyvum kunnu so deilast millum 6 aktørar sum hava 12% og ein sum hevur 8%, og afturat hesum kunna teir eisini keypa av 1 ára loyvunum, sjálvt um teir hava rakt 12% marki av heildini. Haldi at ætlanin er at tað er serliga í 1ára loyvunum, at nýggjir aktørarnir skulu uppbyggja sær fótafesti í skipanini.

Tá man hevur í huga fyrimunin hjá verandi aktørum, um teir koma at hava eitt fast tilfeingisgjald, sum ikki verður ávirka av prísinum á uppboðssøluni á teirra upprunaparti, og samtíðis kunnu bjóða á 1 ára loyvini eisini óansæð hvat teir eiga frammanundan, so havi eg ilt við at síggja hvussu ein nýggjur aktørur skal fáa fótafesti í skipanini, so mítt boða uppá hvussu nógvir aktørar blíva í skipanini er 7, har 6 koma at eiga uml. 15% og ein uml. 10%

Ella sagt á annan hátt, at við hesi skipanini, verða tað teir sum hava størst fyrimun í byrjanini, sum koma at vinna kappingini, tí eftir at øll 8 ára loyvini eru seld, er tað sannlíkt, at teir sum hava hesi loyvini, koma at gera lívið súrt hjá teimum sum skulu inn í skipanina, sum bert kunnu hava 1 ára loyvir og møguliga nøkur fá 3 ára loyvir.

Eftir at fyrstu 2 árini eru liðin við hesari nýggju skipanini, sum fyriliggur, verður tað tí líka ringt at koma inn í fiskivinnuna, sum tað er undir verandi skipan.

Søla uttanlanda

Ætlanin er at 25% kunnu landast uttanlanda uttan krevjan av eykagjaldi.

Um eitt skip ætlar at selja veiðuna uttanlands, verður eitt eyka gjald kravt áljóðandi 30 % av søluprísinum. Tvs. eykagjaldið 30%, manning 30%, kvotakeyp, olja v.m., nú er einki eftir til skipi, so tað er ikki møguligt at landa meira enn tey 25 % uttanlands, sum ikki hava eyka gjald álagt.

Hettar viðførur at pelagisku virkini hava einkarætt uppá 75 % av rávøruni til matna.

Møguleiki er altíð fyri, at pelagisku virkini í FO avtala ein lágan keypsprís, og tað verða sjálvandi aftur manningarnar ið missa. Tað er núverðandi støða í Íslandi

Tað hevði loyst fleiri trupulleikar, um tað vóru 60 % á uppboðssølu og tey 40% kundi man selja har mann vildi.

Hvussu skal fiskurin seljast í Føroyum?

Eitt sum kann nerva nýggjar aktørar sera nógv, er hvussu slepst framat, at landa fiskin “køkulturur” til virkini. Sum støðan er, so hoyrist javnan at skipini hjá teimum, sum í dag eiga virkini, altíð hava framíhjárætt til landing. Um tað er so, veit eg ikki, men vandin er har, og tí má tað blíva ein opin listi, fyri hvør er í kø hjá hvørjum virki, soleiðis at umgangast kann, at tað kann gerast enn eitt kappingar barometur.

Robert Langgaard