Viðmerkingar til navnið Vatnavegur

mentan29-12-2017 - 11:54 - Jóanis Nielsen

Nú navnið Vatnavegur aftur var at síggjast/hoyrast í samband við eitt bilóhapp 26. des.við Vatnavegin, loyvi eg mær at koma við hesi somu viðmerking, sum eg upprunaliga sendi Miðvágs Kommunu 4. feb. 2003 viðvíkjandi navninum Vatnavegur:


Viðmerkingar til navnið Vatnavegur:
Orðið Vatnavegur stendur í hvørsfalli fleirtal. Hetta hevði verið rætt, um vegurin gekk millum tvey vøtn, men hesin vegur liggur fram við einum vatni og má tí eita Vatnsvegur, smb. Vatnsbrekka, Vatnsrætt og Vatnsoyrar.

Nakað heilt annað er, at navnið Vatnavegur fyri umrødda strekki er rættiliga ungt.

Í mínum barna- og ungdómsárum æt strekkið úr Leitisrætt og norður í Vatnsoyrar: í Líðini.

Vatnsoyrar tann 4. februar 2003
Karl Jóhan Nielsen

Eg kann viðmerkja her, at Kommunan gekk umbøn míni á møti og setti eitt skelti við navninum: í Líðini upp, beint við vegristina við Leitisrætt.

Eg síggi eisini, at Kortal.fo hevur navnið í Líðini fyri hetta vegastrekkið.

Eg vil við hesum vinarliga heita á tykkum, um at virða og nýta gamla navnið í Líðini fyri strekkið millum Leitisrætt og Vatnsoyrar.

Karl Jóhan Nielsen
Torvgøta 16
385 Vatnsoyrar