Viðmerkingar í samband við útspillingarherferðina hjá Miðlahúsinum móti mær

Politikkur22-03-2018 - 19:42 - Jóanis Albert Nielsen

 Seinastu vikurnar hevur Sosialurin/Miðlahúsið verið í einari almennari útspillingarherferð móti mær.

 Almenni parturin av málinum byrjaði tann 26. februar í ár, tá eg í blaðnum varð lagdur undir at hava lovað at útvega ungum kvinnum hassj. Ákærurnar byggja á sms-samskifti og bandaðar telefonsamrøður, sum Sosialurin, við sera ivasomum og ólógligum metodum, hevur verið vil til at fáa til vega saman við einari kvinnu. Sum aftur hevur samband við eina aðra unga kvinnu. 

Talan er tó um eina herferð, sum er nógv drúgvari enn so. Hon byrjaði í duldum - eisini fyri mær - 17. november í fjør, og er eitt samstarv millum persónar, sum høvdu sett sær fyri at fáa meg burtur úr politikki. Orsøkin var, at eg ikki gekk í takt við hesar persónar, sum júst um hetta mundi skrivaðu og kjakaðust dúgliga ímóti mær við lesarabrøvum, og tí skuldi eg fellast, kosta hvat tað vildi. 

Júst tá leikaði hart á politiskt, um fiskivinnunýskipanina. Eg stríddist sum úlvur á skóg fyri at tryggja, at hvørki sjómaðurin ella fiskavirkisfólkið á landi skuldu vera fyri órætti og koma í vanda at missa síni størv. Arbeiðsfólk, serliga í útjaðaranum eru sárbar mótvegis ov stórum broytingum. Tað liggur tí stór ábyrgd á okkum politikarum at ansa eftir, at verkafólkið ikki verður fyri vanbýti, men verður tryggjað eina góða inntøku. 

Ákærurnar høvdu eitt øgiligt trýst við sær. Ikki bara á meg persónliga, men eisini á míni nærmastu, á mín politiska flokk og á mínar politisku samstarvsfelagar. Tí talan var jú um sera tyngjandi ákærur, um tær vóru sannar. Men tað eru tær ikki. 

Fyri trimum vikum síðan valdi eg at fara í farloyvi úr mínum politiska arbeiði. Ein orsøk var júst at geva mínum politisku samstarvsfeløgum arbeiðsfrið, men fyrst og fremst var orsøkin tó, at eg hevði brúk fyri friði saman við míni nærmastu, so eg kundi hugsavna meg um at reinsa meg sjálvan. Tí eg kann sjávandi ikki hava slíkar ákærur sitandi á mær. 

Tí hesar viðmerkingar frá mær. 

Alt hetta málið er ein samansvørjing ímóti mær, har endamálið var at skaða meg, bæði politiskt, mítt borgarliga starv og persónligt. At fremja karaktermorð ímóti mær. Tað framgongur av skjølunum í málinum, sum eg havi fingið innlit í.  

Skjølini vísa eisini týðiliga, at Miðlahúsið er miðdepilin fyri samansvørjingini. Tað sæst millum annað á tí, sum blaðstjórin í Miðlahúsinum sigur við politiið á fundi tann 18. desember 2017. Tá sigur hon, "at Sosialurin og kvinnan hava felags interessu at fella Bjarna".

Á fundi dagin eftir, tann 19. desember 2017 greiðir hon politinum frá, at tey ætla at gera eitt "setup" ímóti mær og tey bjóða politinum at vera við í hesari ætlanini. Politiið sigur tó nei og greiðir blaðstjóranum frá, at tað er ólógligt í sjálvum sær at eggja nøkrum at bróta lógina. Tað er brot á grein 23 í revsilógini, og í sama viðfangi fær blaðstjórin at vita, at kvinnan, sum tá er dulnevnd fyri løgregluni, ikki kundi brúkast sum agentur fyri politiið. Svarið hjá blaðstjóranum er, at tey ætla sær at halda fram við virkseminum tann 22/12-2017. 

Tað vil siga, at blaðstjórin í Miðlahúsinum longu tann 19. desember í fjør visti, at hon breyt lógina og at tað hon gjørdi var ólógligt. Tí kann hon ikki á nakran hátt skjóta seg undir, at hon ikki visti, at tað hon gjørdi var lógarbrot. Skjølini vísa eisini, at politiið endurtók boðini til blaðstjóran í Miðlahúsinum minst einaferð afturat. Kortini valdi hon at halda fram við sínum ólógliga virksemi. 

Ongantíð í hesum tíðarbilinum setti Sosialurin seg í samband við meg um hetta málið. Heldur ikki áðrenn blaðið prentaði søguna tann 26. februar í ár. Hetta hóast eg sjálvur setti meg í samband við blaðstjóran á Sosialinum tíðliga í februar mánað, eftir at ein ungur maður frá ungmannafelag hevði greitt mær frá, at Miðlahúsið eftir øllum at døma arbeiddi við einari søgu um meg, sum hevði til endamáls at fáa meg úr politikki. 

Eg visti ikki, hvat søgan snúði seg um, men frá blaðstjóranum fekk eg at vita, at Sosialurin ikki arbeiddi við nakrari søgu um meg yvirhøvur. Eg segði henni tó, at um tey fóru at skriva okkurt um meg, so vildi eg fegin gera viðmerkingar til søguna áðrenn hon fór út. Tað játtaði hon mær, og eg fekk samstundis at vita, at í Miðlahúsinum arbeiða tey professionelt, so skuldi eg sjálvandi sleppa at gera viðmerkingar áðrenn nakað kom á prent. 

Hetta hendi tó ikki. Og tann 26. februar í ár, bara nakrar vikur eftir, at eg tosaði við blaðstjóran, almannakunngjørdi Miðlahúsið søguna á forsíðuni á Sosialinum. 

Tað eru nógvir trupulleikar við herferðini hjá Miðlahúsinum ímóti mær. 

Tað er ein stórur trupulleiki, at Miðlahúsið við hesari søguni hevur víst, at tey ikki himprast við at renna politisk ørindi og tey himprast heldur ikki við at fremja karaktermorð, hóast einki grundarlag er fyri at koyra søguna yvirhøvur. 

Tað er eisini ein sera stórur trupulleiki, at Miðlahúsið, saman við kvinnuni, tilvitað brýtur lógina, tá tey í fleiri umførum royna at eggja mær til at bróta lógina. Tey kunnu ikki skjóta seg undir ikki at vita, at tey brutu lógina, tí tað fingu tey at vita frá politinum beinanvegin. So tað var eitt tilvitað val hjá teimum. 

Ein triði trupulleiki er, at Miðlahúsið allan vegin hevur havt óndar ætlanir. Blaðstjórin sigur, at Miðlahúsið hevur 100 prosent prógv fyri síni søgu, men hon dylir fyri lesarunum, at málið hjá Miðlahúsinum og kvinnuni var at skaða meg. Við politiið sigur blaðstjórin jú, at hon og kvinnan høvdu "felags interessu at fella Bjarna", sum tað stendur í politifrágreiðingini. 

Miðlahúsið hevur við hesi søguni um meg týðiliga víst, at tey ikki vita, hvar markið gongur fyri hvat man kann og hvat man ikki kann. Tey arbeiddu í drúgva tíð við einari søgu, sum tey ikki fingu prógvað, tí har var einki hassj, har var einki mál og tí var heldur eingin søga. Tí áttu tey longu tá at latið málið farið aftur við borðinum. 

Men tað vildu tey ikki. Til tað var freistingin ov stór. Blaðstjórin í Miðlahúsinum hevði sett sær fyri at fella meg og tí vildu tey ikki sleppa málinum. Hon sigur sjálv á fundi við politiið, at Sosialurin og kvinnan hava eina felags interessu at fella meg. Men fyri tað er tað fullkomiliga burtur úr vón og viti. Og ólógligt. Tí sambært grein 23 í revsilógini er tað ólógligt at eggja øðrum at bróta lógina. Tað fær blaðstjórin í Miðlahúsinum at vita frá politinum. 

Tað tykist eisini sum hevur Miðlahúsið tilvitað valt at misbrúka politiið fyri at røkka sínum máli. Á fyrstu fundunum bjóðaði Miðlahúsið politinum samstarv fyri at fella meg. Men politiið vildi ikki spæla við. Og samstundis fekk blaðstjórin at vita at tað, hon gjørdi var ólógligt og fyri egna rokning. 

Herfyri skrivaði Miðlahúsið í grein, at orsøkin til, at tey fóru til politiið við málinum var, at tey vildu verja kelduna. Hetta er eftir mínum tykki ikki í samsvari við tað, sum stendur í skjølunum hjá politinum. Í notati frá samrøðu millum politiið og blaðstjóran stendur, at hon aftur tá fær at vita, at politiið ikki kann vera við í einum "set-up" móti mær, og at tað hon gjørdi tí var fyri egna rokning. Eisini fekk hon at vita, at tað neyvan fór at vera nøkur sak burtur úr málinum, um ikki politiið ikki slapp at brúka ljóðfílin. Hann kundi politiið ikki brúka uttan so at samleikin hjá kvinnuni fór at vera avdúkaður. Til tað svaraði blaðstjórin, at hon vildi tosa við kvinnuna og síðan venda aftur. 

Tað gjørdi hon dagin eftir, tann 5. januar í ár, tá hon boðaði frá, at kvinnan vildi stíga fram, men at tey vildu bíða til røttu løtuna og at tey framvegis royndu at fella meg. 

Tað vil siga at tað var blaðstjórin á Sosialinum, sum yvirtalaði kvinnuna at standa alment fram fyri politinum. Fram til ta løtuna visti politiið ikki hvør hon var, og tí kundi hon ikki ákærast. Men tað kundi kvinnan, tá hon eftir tilmæli frá blaðstjóranum í Miðlahúsinum, valdi at avdúka fyri politinum hvør hon var. Hetta bendir greitt á at tað fyri blaðstjóran hevði størri týdning at fáa fatur á søguni, enn at fáa sannleikan fram. 

Tá Miðlahúsið í januar staðfesti, at tað ikki fór at eydnast teimum at fella meg upp á tann mátan, sum tey upprunaliga høvdu ætlað, lótu tey politinum málið. Tað er løgið, tí tey vistu jú frammanundan, at har var einki mál. Kortini meldaðu tey og tey skrivaðu søguna, hóast eingin søga var. Og tey fortaldu heldur ikki sínum lesarum um upprunaliga motivið við søguni. Tað var at oyðileggja meg politiskt. At fremja karaktermorð ímóti mær. Tað stendur klárt og týðiligt í teimum skjølum, sum eg havi fingið innlit í. Tað var ein herferð og ein samansvørjing millum persónar og størstu privatu miðlafyritøkuna í landinum, sum við slatri, útspilling og lógarbrotum ætlaðu at oyðileggja ein politikara. Kosta hvat tað vildi. 

Eg ivist ikki eina løtu í, at søgan hevði størstan týdning fyri Miðlahúsið. Tað vísir øll gongdin í hesum málinum, sum stutt og greitt byrjar við óndsinnaðum slatri, sum endar við at blíva til eina ó- sanna søgu í størsta privata miðli í landinum. Sum hevur valt at fremja karaktermorð ímóti mær. 

Henda samansvørjingin hevur havt ógvusligar avleiðingar fyri meg og míni nærmastu. Uttan fyrilit hevur størsta privata miðlafyritøka í landinum hongt meg út fyri nakað, sum eg ikki havi gjørt. Tey hava enntá við ólógligum metodum roynt at lokka meg at bróta lógina. Tá tað ikki eydnaðist, royndu tey at uppfinna eina aðra søgu, sum tey sjálvi høvdu skapt. Á ólógligan hátt. 

Tíbetur endaði málið hjá politinum. Tað hevði við sær, at eg fekk innlit í málið, og fekk staðfest samansvørjingina, sum eg her havi greitt frá. 

Eg havi ikki fleiri viðmerkingar til hetta málið, og fari við hesum at biðja miðlarnar virða hesa støðu. 

Vinarlig heilsan 

Bjarni Hammer