Mynd: SNA arkitektur

Viðmerking til kjakið um byggingina av langhylinum í Havn

21-10-2021 - 11:07 - Jóanis Nielsen

Nú nógv umrøða hevur verið í miðlunum um byggingina av langhylinum í Havn, eru ábendingar um at umstøður til fólk við rørslutarni ikki eru partur av byggingini í fyrstu atløgu.

Vit fáa okkum illa at trúgva at farið verður í gongd við slíka verkætlan uttan samstundis at tryggja, at allir borgarar, eisini teir við rørslutarni, hava eins góðar møguleikar at brúka allar hentleikarnar.
Vit í Parasport hava verið sera spent, og hava eisini havt høvið at gera okkara viðmerkingar í samband við stóru verkætlanina.
Tað er í svimjing at paraíðkarar søguliga hava størstu úrslitini, og svimjing eigur eitt stórt pláss í paraítróttinum í Føroyum. Tað er í parasvimjing, at vit sóu nøkur av teimum fyrstu altjóða heiðursmerkjum til føroysk ítróttarfólk yvirhøvur.
Vit síggja stórar møguleikar við betraðu umstøðunum, bæði til gaman og álvara, og hava eisini merkt áhuga uttanlands at koma hendanvegin at kappast og venja, tá langhylurin stendur klárur.
Svimjing kann, og eigur at verða fyri øll, og er tað sjálvsagt at umstøðurnar til fólk við rørslutarni eru við frá byrjan í bygging av einum langhyli, eins og øllum ítróttaranleggum nú og í framtíðini.
Vit heita á býráðið í Havn, at tryggja at hesin parturin ikki liggur eftir tá langhylurin stendur klárur at taka í nýtslu.

Við ítróttarkvøðu

Parasport Føroyar