Viðmerking frá Vørn til greinina Fiskivinnutjóðin Føroyar í fríum falli

Vinna07-02-2018 - 16:17 - Jóanis Albert Nielsen

Í samband við grein hjá Mortan Berjastein, í samband við hjálparveiting til M/s Norðing, hevur Vørn hesa viðmerking.

Tann partin av greinini, ið snýr seg um kanningar hjá Fiskiveiðieftirlitinum, fara vit ikki at gera viðmerkingar til.

Til tann partin, ið snýr seg um hjálparveiting til M/s Norðing, hava vit hesar viðmerkingar.

Greinskrivarin skrivar, at boð vórðu send eftir Brimli og at svarað varð, at “vit noyðast at bunkra fyrst”.

Hvaðani greinskrivarin hevur fingið hesar upplýsingar, vita vit ikki, men hetta er ikki rætt. Brimil fekk boðini frá MRCC klokkan 19:55 í gjárkvøldið og 25 minuttir seinni var skipið leyst frá bryggju og hevði kós ímóti Norðingi.

Vit fara sjálvandi ikki, at endurgeva brot úr samskifti millum skiparan á Norðingi og skiparan á Brimli, men eitt kann staðfestast, og tað er, at manningin á Norðingi hevur ikki fingið boð um, at Brimil lá og bunkraði. Skipið hevur altíð nóg mikið av brennievni, so tað er tøkt til bráðfeingis uppgávur.

Tí eru øll viðurskifti í greinini, viðvíkjandi hjálparveitingini til Norðing skeiv.

VØRN

Les eisini: Fiskivinnutjóðin Føroyar í fríum fallið