Víðka um aling av tara í Sundalagnum

vinna21-09-2018 - 15:13 - Jóanis Nielsen

GRANSKINGARSAMSTARV: Aliloyvið hjá Fiskaaling í Nesvík er víðkað til eisini at fevna um royndaraling við tara. Í fyrstu atløgu verður víðkaða loyvið brúkt til kleking av tara og royndarvirksemi í Nesvík. Seinnu árini hevur taraaling vundið alt meira upp á seg kring knøttin, og hendan vinnan vísir seg nú eisini at gerast meira fíggjarliga burðardygg. Tað er tí eitt upplagt høvi hjá Fiskaaling, ið hevur gransking innan aling sum eitt av høvuðsmálunum í virksemi sínum, at vera við til at menna hesa vinnu. Ein vinna, ið sum frálíður kann gerast týðandi fyri Føroyar búskaparliga.

Í takt við økta áhugan fyri mati og matgerð sum heild, og harvið eini skjótt vaksandi matvinnu, er áhugin fyri eitt nú tara øktur nógv seinnu árini. Tari hevur eisini víst seg at hava eginleikar, ið kunnu vera áhugaverdir til ídnaðarendamál. Eitt nú er staðfest, at tarasløg kunnu innihalda ymisk sløg av lívvirknum evnum, ið hava heilsugóða ávirkan á bæði menniskju og djór.

Á Fiskaaling verður tað sæð sum ein týðandi uppgáva at vera við til at menna aling sum heild. Her er tað, at aling av tara er ein upplagdur møguleiki at royna at gera meira við. Hetta við tí fyri eyga, at taraaling kann gerast ein veruligur vinnuvegur í Føroyum.

Tari kann brúkast til nógv ymisk endamál. Umframt at fara beinleiðis til matna sum liðug ella hálvliðug matvøra, eru evni í tara væl egnaði at brúka í bæði djórafóðuri og eitt nú innan kosmetikk og heilivág. Marknaðurin er sostatt avgjørt til staðar.

- Eins og Fiskaaling arbeiðir í tøttum samstarvi við feløgini, ið ala laks, arbeiðir felagið saman við fyritøkum, ið ala tara, um ymiskar granskingar- og menningarverkætlanir. Til dømis samstarvar Fiskaaling við Sp/f Ocean Rainforest, har søkt verur um granskingarstuðul frá ES. Fiskaaling hevur eisini í fleiri ár samstarvað við Sp/f TARI um eitt nú verkætlaninaFrá spora til borðisk, ið er stuðlað av Granskingargrunninum, har matmøguleikarnir í brúntaraslagnum,Alaria esculenta, verða kannaðir, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri í Fiskaaling.

SUREAQUA er ein onnur verkætlan, ið fokuserar á burðardygga aling, sum Fiskaaling og TARI samstarva um. Hendan verkætlanin er stuðlað av Nordforsk. Saman við Luna arbeiða Fiskaaling og TARI við at menna IMTA-aling (Integrated Multitrophic Aquaculture) í Føroyum.

Agnes Mols Mortensen, granskari á Fiskaaling, sigur soleiðis um møguleikarnar innan taraaling.

- Eg síggi fyri mær, at vit kunnu fáa taravirkir, eins og vit til dømis hava fiskavirkir. Vit skulu tó minnast til, at tari ikki hevur sama virði per óvirkað kilo, sum nógv fiskaløg hava. Tí er sera týdningarmikið at fokusera upp á virðisøking í framleiðsluni, so mest møguligt fæst fyri vøruna, sigur Agnes Mols Mortensen.

Tey londini, sum eru fremst, tá ræður um taraaling, eru Japan, Korea og Kina, har eftirspurningurin eisini er nógv størstur eftir taraúrdráttum.

Kelda: Fiskaalinng.fo