Mynd: Reidar Simonsen.

Video: Øll málini í 4. umfari

ítróttur19-04-2017 - 14:51 - Jóanis Nielsen

Við sannførandi 5-1 sigri á EB/Streymi 2. páskadag, staðfesti Víkingur sína støðu sum oddalið í EFFO-deildini. Her ber til at síggja øll málini í 4. umfari í fremstu deildini hjá monnum.

Seytjan mál vórðu skoraði í teimum fimm dystinum í 4. umfari í EFFO-deildini, sum varð spælt 2. páskadag, mánadagin 17. apríl. Og við 5-1 sigri á EB/Streymi, styrktu meistararnir um oddasessin í bestu deildini hjá monnum.

 

Í Havn spældu HB og B36 javnleik 2-2, og tað sama bleiv úrslitið millum KÍ og NSÍ, sum spældu í Klaksvík. Í Fuglafirði eydnaðist 07 Vestur at fáa síni fyrstu stig í ár, við at vinna 1-0 á ÍF. Fimti dysturin var á Tvøroyri, har nýggja suðuroyarliðið vann 2-0 á Skála.

 

Í FSF Varpinum niðanfyri ber til at síggja øll tey 17 málini, ið vórðu skoraði í 4. umfari í EFFO-deildini.