Video: Økiskvotur skapa betri atgongd kring landið

Politikkur09-03-2017 - 23:11 - Jóanis Albert Nielsen

Fiskimálaráðið: Tað skal vera gjørligt hjá økjum í landinum, sum ikki hava atgongd til vinnumøguleikar í verandi skipan, at bjóða seg fram at gagnnýta tilfeingið, heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Økiskvotur eru eitt av nýggjastu málunum í uppskotinum um fiskivinnunýskipan, sum samgongan legði fram mánadagin.

Høgni Hoydal upplýsti á tíðindafundinum, at sambært uppskotinum, so kunnu partar av kvotum bjóðast út við atliti til økir í landinum. Talan verður um eina gjøgnumskygda skipan, har tær treytir, ið galda fyri hesa útbjóðing, verða væl og virðiliga lýstar. Tað verður ikki landsstýrismaðurin, ið velur út, hvør ið sleppur framat, men talan verður um eitt alment útboð.

[vimeo=http://vimeo.com/207308773]