Video: Bæði verandi og nýggj fáa sítt í nýggju fiskivinnuskipanini

Politikkur07-03-2017 - 15:23 - Jóanis Nielsen

Løgmansskrivstovan: Fiskivinnunýskipan: Uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan hjá samgonguni er ein søguligur møguleiki, heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Uppskotið um nýggja fiskivinnunýskipan, sum landsstýrið legði fram í gjár, er ein góð skipan bæði fyri tey, sum eru í vinnu, og tey, sum ætla sær í fiskivinnuna. Tað vísti Aksel V. Johannesen, løgmaður, á undir tíðindafundinum í Tinganesi í gjár.

“Vit hava ein søguliga møguleika at gera ein skipan, sum er góð fyri tey, sum eru í vinnuni, og tey, sum skulu koma inn í vinnuna framyvir, segði løgmaður.

[vimeo=http://vimeo.com/207258462]