Við Gjónna: - Man kemur so nær Gudi

mentan18-08-2017 - 11:47 - Jóanis Nielsen

Fólkakirkjan skrivar:

GJÓGV:”Endurtak ongatíð eina succes. Hon er dømd til at miseydnast!”
Soleiðis verður onkutíð tikið til millum manna. Hóast ein ávísur sannleiki kann liggja í hesum orðum, so eru tey kortini ikki ævigt galdandi. Hesum fekst prógv fyri við Gjógv seinnapartin sunnudagin – 13. august.
Tá varð nevniliga boðið til eitt so serstakt upplivilsi sum eina gudstænastu í Gjónni – eitt stað sum av mongum verður mett sum ein náttúrunnar katedralur.
Í ár stóð Anne Mette Greve Klementsen, sóknarprestur í Fuglafirði fyri gudstænastuni.
Skipað varð soleiðis fyri, at nógv ljóðføri vóru til sálmasangin, eins og Vestmanna Sangkór sang og blásarar úr Havn, Sørvági og Vestmanna settu sín dám á løtuna.
Leggjast kann aftrat, at fólk í øllum aldrum vóru við til gudstænastuna.


MÁ ENDURTAKAST
Eitt líknandi tiltak sum hetta var hildið um somu tíð í fjør, og var framúr væl móttikið av fólki sum leitaðu hagar úr øllum heraðshornum. Mett verður, at eini 300 fólk vóru til ta útigudstænastuna.
Í ár var líkt til, at fólk høvdu sagt øðrum frá um hetta frálíka tiltakið, tí nærum tvífalt so nógv fólk vóru til gudstænastuna sunnudagin. Mett verður, at væl omanfyri 500 fólk vóru til hesa gudstænastuna í Gjónni.
Tað má vera stuttligt hjá fyrireikarunum at uppliva, at so nógv fólk taka við hesum tilboðnum. Tí er ikki óhugsandi, at ein líknandi gudstænasta verður fyriskipað aftur um eitt ár!

STÓRBÆRTSum myndin vísir var rættiliga tætt við fólki í Gjónni henda dagin.
- Tað var ein sera hugnalig løta at sita har í góðveðrinum. Jú, tað var stórbært at sita soleiðis og líða á, og luttaka í gudstænastuni.
- Eg haldi, at man kemur so nær Gudi eina slíka løtu, har ein somuleiðis sær náttúrukreftirnar og Norðhavsaldurnar bróta við gjáarmunnan, sigur Andrea Nielsen, sum var komin allan vegin úr Sandavági til gudstænastuna.
Hon fegnaðist ikki minst um møguleikan at kunna líða á, og samstundis líta út á hav, tá ið prestur tosaði um skaðadagin í 1870, tá tveir bátar frá Gjógv gingu burtur. Teir vórðu flotaðir inni í Gjónni, men komu ikki aftur. 16 mans sjólótust.
- Jú, tað var sera rørandi at sita júst á staðnum, har bátarnir vórðu flotaðir tá, og líða á góðu prædikuna frá presti í hesum sambandi, sigur Andrea í stuttari viðmerking.
Aftaná stóðu hús í bygdini opin fyri øllum teimum, sum høvdu leitað sær til hesa gudstænastuna.

Orð: Snorri Brend


Sí mynd:

Sí fleiiri myndir HER: