Vetrarvenjing november 2018 – januar 2019

ítróttur16-11-2018 - 12:46 - Jóanis Albert Nielsen

07 Vestur hevur sett ungdómsvenjarar í starv, teir eru Albert Ellefsen, høvuðsvenjari, Jens Erik Rasmussen, venjari og Ken Fagerberg,venjari. Jens Erik verður í feriu í desember og januar.

07 Vestur skipar fyri morgunvenjing, futsal og uttandura venjingum í  vetrarmánaðunum, tilboðið er galdandi bæði fyri dreingir og gentur í øllum aldrum.

 

Fótbóltsbreytiní Vágum

Morgunvenjingar eru fyri øll børn í Vágum, sum hava hug til at koma úr seingini kl. 0600. Vit eru á Giljanesi mánadag og fríggjadag frá kl. 0630 – 0745. Og í høllini í Sørvági mikudag kl. 0630 – 0745.

Morgunvenjingin hevur sína egnu facebook síðu, sum eitur “Fótbóltsbreytiní Vágum “ - www.facebook.com/groups/501460096623482/

 

Futsal fyri øll á Giljanesi

Futsal er eisini eitt tilboð fyri øll børn í vestur økinum seinnapart fríggjadag. Dentur verður lagdur á spæla 4:4 við málmanni.

Futsal er partur av menniningar tilboð hjá felagnum. Spælið stimbrar væl bóltførleikan og spælskil.

Kl. 1400 – 1500           U8 – U11        

Kl. 1500 – 1600           U13 – U15      

Kl. 1600 – 1700           U7 – ætla børnum, sum ikki eru farin í skúla – er Í fimleikarhøllin.

Árgangirnir hava allir sín egna bólk á facebook.

 

Uttandura venjingar

Vant verður í aldurbólkinum U9 – U17 dreingir, hjá gentum frá U9 – U15 gentur. Dreingir og gentur sum eru eitt ár eldri enn U17 dreingir og U15 gentur eru vælkomin at venja við.

Vant verður tvær ferðir um vikuna. Dreingir og gentur upp til U15 venja aðru hvørjaferð í Sandavági og Sørvági, gentur tó einaferð um vikuna saman. Gentur hava møguleika at venja, tá ið dreingir venja.

Venjingar tíðirnar eru á talvuni niðanfyri.