Vetrarljós er í Havn í dag, fyri 5. árið á rað

Mentan03-02-2018 - 10:19 - Jóanis Albert Nielsen

Tað er Visit Tórshavn, sum samskipar tiltakið, í samstarvi við ymsar aktørar í býnum.

Í stuttum er tað eitt hátíðarhald av, at vit ganga ímóti ljósari tíðum.

Tað vera tí nógv tiltøk á skránni í miðbýnum frá kl. 19 og fram til á midnátt.

Í ár eru tað kaffistovur, barrir, handlar, samkomur o.o. ið skipa fyri konsertum og øðrum tiltøkum.

Tiltakið er ókeypis.

Meira kunning fæst á okkara facebook síðu: “Vetrarljós”