Vesturtúgva og Grønanes landa í dag

vinna14-03-2017 - 09:13 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Vesturtúgva og Grønanes landa í dag. Vesturtúgva landar til Barðið í Havn og Grønanes landar á Kósini, teir hava tilsamans 155.000 pund, meginparturin er upsi.

Vesturtúgva og Grønanes hava verið úti í eina viku, teir royndu eystanfyri.