Vesturskin - Mikkjalskvøld

mentan21-08-2019 - 20:04 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv frá Mikkjalskvøldinum í gjárkvøldi.

Fitt av fólki var komið saman til Mikkjalskvøldið í missiónshúsinum í Sørvági, týskvøldið.

Sangurin gekk avbera væl undir leiðslu av góðum forsangarum, Holgari Johannesen á klaver og Una Svabo á bassinum.

Tað vóru allar samkomurnar í Vágum, ið skipaðu fyri tiltakinum. Eitt úrval av sálmum Mikkjals á Ryggi vóru sungnir við stuttum hugleiðïngum ímillum sálmarnar. Hjúnini Selma og Tórður Johannesen framførdu vakra sálmin ”Um tú vilt gleði vinna, søk ei til hægsta sal”

Alt í alt eitt væleydnað tiltak.