Vesturleiki landar svartkalva í Ánunum

vinna14-06-2018 - 10:56 - Jóanis Nielsen

 Sørvágstrolarin Vesturleiki landar í morgun útvið 80 tons av svartkalva í Ánunum, Vesturleiki hevur fiskað í 4 vikur, teir hava roynt víða um, segði skiparin Herning Simonsen, tá ið vit í gjárkvøldið tosaðu umborð, tað eru 9 mans við Vesturleika.

Vesturleiki kemur seinnapartin á Sørvág, har teir fara at rigga til nýggjan túr, teir fara nýggjan túr fyrst í komandi viku.