Vesturleiki landar í Miðvági

vinna07-04-2020 - 12:08 - Jóanis Nielsen

Sørvágstrolarin Vesturleiki, sum hevur verið á svartkalvaveiðu við Føroyar, kom inn í morgun, teir skulu landa í Miðvági seinnapartin í dag.

Vesturleiki hevur 90 tons, teir hava verið úti í góðar 5 vikur.

Vit tosaðu við skiparan - Herning Simonsen - í morgun, Herning heldur at fiskiskapurin hevur verið heldur fragari higartil í ár enn undanfarnu ár - hann nevndi 2017, 2018 og 2019 sum sera vánalig ár til svartkalvafiskiiskap.

Vesturleiki fer nýggjan túr í morgin.