Vesturleiki landaði í farnu viku

vinna06-11-2017 - 07:52 - Jóanis Nielsen

 Sørvágstrolarin Vesturleiki landaði svartkalva í Ánunum í farnu viku, teir høvdu tilsamans 110 tons.

Vesturleiki er farin aftur á svartkalvaveiðu við Føroyar.

Tá ið Vesturleiki hevur gjørt henda túrin, tá verður farið til Danmarkar til høvuðsumvælingar, har skipið skal pussast upp, hin sørvágstrolarin var fyri einum ári síðan til eina líknandi upppussing.