Vesturleiki hevur gjørt ein góðan svartkalvatúr

vinna27-07-2020 - 14:34 - Jóanis Nielsen

 Sørvágstrolarin Vesturleiki hevur gjørt ein góðan svartkalva túr við Føroyar.

Teir komu á Sørvág í nátt við 110 tonsum av svartkalva, sum teir hava fiskað í 4 vikur.

Vesturleiki skal landa í Miðvági og so skal okkurt viðlíkahaldsarbeiðið gerast, áðrenn teir fara nýggjan túr.