Vesturleiki farin aftur til fiskiskap

vinna16-08-2017 - 14:57 - Jóanis Nielsen

 Sørvágstrolarin Vesturleiki hevur í nakrar dagar staðið á bedingini hjá MEST í Havn, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið er fingið frá hondini.

Seinast í farnu viku kom hann á Sørvág at rigga til nýggjan túr. 

Seinnapartin í dag loystu teir og settu kós vestur í hav, teir fiska við Føroyar og frysta veiðuna umborð.