Vesturland er uppkolaður

vinna08-01-2017 - 10:01 - Jóanis Nielsen

Vesturland er uppkolaður, tað segði ÚF í tíðindunum kl. 10 í morgun.

Vædderen og Brimil, sum komu til skipið í myrkrinum í gjárkvøldið, royndu at sløkkja við skúmi, tá var mesti eldurin í afturskipinum, tað eydnaðist at minka um eldin, men ikki heilt - tað var fitt av vindi í gjárkvøldið og í nátt, men í morgun eru góð líkindi.

Vædderen og Brimil hava ligið hjá skipinum í nátt. Tá ið hitin minkar, fara teir at royna at setta fast á Vesturland og so seta kós móti landi.

Skipini eru stødd norðast á Føroya Banka.