Vesturhavið hevur gjørt góðan túr eystanfyri

vinna14-07-2017 - 10:27 - Jóanis Nielsen

 Línuskipið Vesturhavið hevur gjørt ein góðan túr eystanfyri. 

Teir landaðu á Toftum í gjárkvøldið, Vesturhavið hevði 165.000 pund, so gott sum alt var longa.

Vesturhavið tekur ís í morgun, teir fara nýggjan túr helst í kvøld.