Vesturbúgvin og Eysturbúgvin skulu landa í Havn seinnapartin

13-10-2017 - 11:25 - Jóanis Nielsen
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin koma á Havnina um 1-tíðina í dag, teir hava 180.000 pund av upsa, sum teir skulu landa til Barðið í Havn.

Vit tosaðu umborð á Vesturbúgvan fyrr í dag, teir søgdu, at ætlanin var, at teir skuldu landa mánamorgunin, men av tí at veðrið nú gjørdist so ólagaligt, so valdu teir at koma inn í dag.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava roynt eystanfyri, teir byrjaðu túrin 6. oktober.