Vesturbúgvin og Eysturbúgvin landa á Toftum

vinna06-07-2018 - 08:30 - Jóanis Nielsen

 Eysturbúgvin og Vesturbúgvin komu á Toftir tíðliga í morgun, teir landa har, tilsamans hava teir 190 tons av gulllaksi, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin.

Vit á JN.fo tosaðu umborð á Vesturbúgvan seint í gjárkvøldið, teir byrjaðu túrin sunnanfyri, men fluttu vesturum og hava roynt einar 50 fjórðingar vestur úr Mykinesi.

Veðrið hevur verið gott, men í gjár var eitt fríkst lot av útsynningi og vestri.

Gulllaksurin verður seldur fyri kr. 5 fyri kilo.

Tað eru umleið 3.000 tons eftir at fiska av gulllaksakvotuni, tað gevur einar 5 túrar til hvørt parið, tilsamans royna 3 pør eftir gulllaksi.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fara nýggjan túr kl. 19 í kvøld.