Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava landað sild í nátt

vinna11-10-2018 - 08:05 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin komu á Fuglafjørð tíðliga í nátt við tilsamans 170 tonsum av sild, sum teir hava landað til Pelagos í Fuglafirði.

Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava roynt norðalaga á - heilt vestur ímóti íslendska markinum.

Tá ið vit tosaðu umborð í nátt, søgdu teir, at teir fara aftur á sildafiskiskap, tá ið liðugt er at landa.