Mynd: Jonleif Joensen.

Vestmmanna kirkja

mentan09-08-2018 - 11:44 - Jóanis Nielsen

11. sunnudag eftir Tríeindardag, 12. August 2018 kl. 11.00, verður guðstænasta í Vestmanna kirkju, har kendi danski presturin Jørgen Sejergaard prædikar og Jákup Erlingson Petersen er liturgur. Hendan dagin er skriftarmál og altargongd í Vestmanna kirkju.

Jørgen Sejergaard vitjar í løtuni í Vestmanna saman við konu síni. Dagliga starvast hann sum prestur í Karlebo Sogn í Norðursælandi í Danmark. Jørgen Sejergaard hevur undirvíst og skrivað bøkur um ymisk evni sum t.d. Jesu uppreisn.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Vestmanna kirkja.