Vestmenningur og Skoraberg sigla inn av makrelfeltinum

vinna10-09-2017 - 12:42 - Jóanis Nielsen

 Vestmenningur og Skoraberg koma á Kollafjørð um 8-tíðina í kvøld við góðum 100 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Kollafirði.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir hava roynt á 64N og 1V. 

Skipini vóru á feltinum í 16 tímar, har teir gjørdu 5 stutt tov.

Veðrið er av tí allar fagrasta norðanfyri.

Tað eru 14 mans við Vestmenningi og Skoraberg.