Vestmenningur og Skoraberg landa gulllaks á Kósini

vinna15-04-2017 - 09:31 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Vestmenningur og Skoraberg komu á Klaksvík tíðliga í morgun við 210 tonsum av gulllaksi, sum teir landa á Kósini, teir byrjaðu at landa kl. 6 í morgun.

Teir hava hendan túrin roynt sunnast í føroyskum sjógvi, teir hava fiskað í 5 dagar.

Skipini fara nýggjan túr kl. 19 í kvøld.