Vestmenningur og Skoraberg landa á Kósini

vinna12-07-2017 - 10:48 - Jóanis Nielsen

 Vestmenningur og Skoraberg koma á Klaksvík um middagin, teir skulu landa á Kósini.

Teir hava uml. 190 tons av gulllaksi, sum Tavan í Leirvík keypir.

Vestmenningur og Skoraberg hava fiskað sunnast í føroyskum sjógvi.

Tað eru 24 mans sum fáa hýru frá Vestmenningi og Skoraberg, 14 mans eru umborð hvønn túrin 7+7 og 10 mans eru í landi.

Tað verða fiskað uml. 600 tons av gulllaksi um vikuna, so mett verður, at gulllaksakvotan verður uppfiskað uml. hálvan august.

Gulllaksakvotan er 12.000 tons tilsamans.