Vestmenningur og Skoraberg landa á Kósini í kvøld

vinna12-06-2017 - 16:35 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Vestmenningur og Skoraberg koma á Klaksvík um 18-tíðina í kvøld - báðir eru fullfermdir av gulllaksi.

Teir skulu landa beinanvegin teir koma inn, Tavan í Leirvík keypir veiðuna.

Vestmenningur og Skoraberg hava roynt vestur av Føroya Banka.

Skipini fara nýggjan túr kl. 10  í morgin.