Mynd: Eyðun Høgnesen.

Stjørnan og Polarhav hava fulla last eftir 4 døgn

vinna17-05-2017 - 18:35 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Stjørnan og Polarhav komu á Klaksvík um middagin við 250 tonsum av gulllaksi, sum teir landa á Kósini. Tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin.

Teir hava hendan túrin bert verið úti í 4 døgn, teir royndu sunnanfyri.

Skipini fara nýggjan túr seint í kvøld.