Vestmanna Kirkjukór og Blátt Gras

mentan10-11-2017 - 13:45 - Jóanis Nielsen

Sunnudagin 3. des. 1. sunnudag í advent, verður adventshugni í Vestmanna kirkju, har Vestmanna Kirkjukór og Blátt Gras framføra.

Nógv spennandi verður skránni, millum annað verða solorøddir sum Birita Poulsen, Erla úr Dímun og John Jacobsen at hoyra.

Konsertin byrjar klokkan 19.

Konsertin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.